Tí er hetta ikki eitt smámál. Tað er eitt trúvirðismál.
Ein kanning, gjørd fyri Starvsfelagið og onnur fakfeløg, vísir, at ein stytt arbeiðsvika hevur greiðar fyrimunir. Fólk fáa betri trivnað, minni strongd og betri javnvág millum arbeiði og familjulív. Samstundis vísa úrslitini, at arbeiðspláss kunnu varðveita framleiðslu- og tænastustøði við røttum skipanum. Kanningin staðfestir beinleiðis, at fyrimunirnir eru fleiri enn vansarnir.
Hetta samsvarar við altjóða gransking.
Drúgvu royndirnar í Íslandi vísa, at arbeiðstíðin kann styttast niður í 35–36 tímar uttan lønarlækking, meðan produktiviteturin helt fram og trivnaðurin batnaði munandi. Aðrar altjóða royndir við styttri arbeiðsvikum vísa minni sjúkrafráveru, betri arbeiðsnøgdsemi og hægri effektivitet.
Við øðrum orðum: hetta er ikki ein útreiðsla, men ein íløga.
Hetta snýr seg ikki bara um arbeiðstíð. Hetta snýr seg um, hvussu vit vilja skipa samfelagið.
Veruleikin heima í stovuni
Glansibílatið á sosialu miðlunum samsvarar sjáldan við veruleikan heima í stovuni. Eitt foreldur kemur heim eftir arbeiði. Vil fegin vera nærverandi. Spæla. Tosa. Vera saman. Men orkan er uppi eftir eina langa arbeiðsviku. Kroppurin er troyttur og høvdið tað sama.
Heldur enn nærveru og kvalitetstíð, endar tað ofta við skermi — og einari ringari samvitsku, sum hongur í bakhøvdinum sum ein ævig marra. Kenslan av ikki at strekkja til. Ikki at megna bæði arbeiði og lívið.
Hetta er ikki eitt undantak. Hetta er gerandisdagurin hjá nógvum familjum.
Og er hetta veruliga tað lívið, vit vilja bjóða okkara borgarum — og okkara eftirkomarum? Samstundis sum pensjónsaldurin verður hægri og hægri?
Ein próvtøka í samleika
Men politiski týdningurin er størri enn so.
Javnaðarflokkurin varð stovnaður fyri at betra um korini hjá arbeiðandi fólki. Tað er arvurin. Tað er samleikin. Nú situr flokkurin við leiðsluni í landinum saman við samgonguni. Og tá verður eitt 37 tíma lyfti ikki bara ein politisk ætlan. Tað verður ein próvtøka í, um flokkurin framvegis stendur við sín samleika og uppruna.
Fólk merkja arbeiðstíð á kroppinum. Á orkuni. Í familjulívinum. Á heilsuni. Á lívsgóðskuni
Nú er tíðin komin
Tí er spurningurin einfaldur:
Samgongan lovaði 37 tíma arbeiðsviku. Nær kemur broytingin?
Spurningurin er ikki longur, um vit vita nokk. Kanningin hjá m.a. Starvsfelagnum og altjóða gransking hava svarað spurninginum.
Um flokkarnir, sum hava sín uppruna í arbeiðaðarnum, ikki fremja styttri arbeiðsvikuna — hvør ger so?
Við fakfelagskvøðu
Starvsfelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald