Vinna

34 íbúðir byggjast í Gøtu

Tað er P/f Varðin í Gøtu, sum letur byggja íbúðirnar.

2024-06-20 08:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Í gjár varð spakin settur í til verkætlanina Eyðabø. Borgarstjórin, Per Martin Gregersen og Dávid Jacobsen, nevndarformaður í P/F Varðin loystu flagið. Verkætlanin P/F Eyðabø fevnir um 34 íbúðir, sum koma at liggja upp at eldrasambýlinum Gøtubrá. Byggifyritøkan P/F Búsetur er arbeiðstakari til verkætlanina, sum P/F Varðin stendur fyri. Sp/f Henning Larsen arkitektar hava teknað. Arbeiðið fer eftir ætlan at vera liðugt í 2026.


Kelda: Eysturkommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder