2022-11-10 14:28
Nýggja útstykkingin “Skarðsbøur” á Sandi.
Eftir avbjóðingar í nakrar mánaðir, eru J&K Petersen, sum fekk arbeiði at gera nýggju útstykkingina “Skarðsbøur”á Sandi, byrjaði.
Fyrsta maskinan er komin á øki, har nýggja útstykkingin hjá Sands kommunu er staðsett. Nú hyggja vit frameftir við trúgv, áræði og vón um at arbeiðið verður liðugt á heysti 2023. Hettar fer at bøta um hjá øllum teimum sum hava sett sær sum mál at búleikast á Sandi. Útstykkingin Skarðsbøur umfatar 33 grundstykkir.
Ætlanin er eisini at byggja nýggjan barnagarð beint norðanfyri útstykkingina og skúlin liggur eisini í nærumhvørvinum. Útstykkingin verður heilt vist eitt paradís fyri barnafamiljur og onnur.
Í Sands Kommunu frøast vit um framgongdina á Sandi.
Tað var Kristian Oskar Henriksen formaður í teknisku nevnd, sum fekk heiðurin at grava fyrstu flagið.
À Sandi er gott at búgva.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald