
FSF: Føroysku kvinnurnar livdi upp til favoritleiklutin, tá tær týskvøldið vunnu ein tepran, men eisini tryggan og uppibornan 1-0 sigur á Gibraltar. Einsamalla málið á Europa Point Stadion skoraði Heidi Sevdal tá tjúgu minuttir vóru eftir at spæla.
Jensa Tórolvsdóttir vann bóltin á hálvuni hjá Gibraltar, og dygst uttan fyri brotsteigarmarkið spældu hon NSÍ framherjan leysan, sum einsamøll móti málverjanum setti bóltin trygt í netið.
Sæð yvir allar 90 minuttirnar var føroyska liðið betri, og sigurin kundi saktans verið størri. Men fyrst og fremst ráddi um at fáa tey trý stigini á kontoina, og nú øll londini í bólkinum hava spælt tveir dystir er Slovakia fremst við seks stigum, Moldova og Føroyar hava trý stig, meðan Gibraltar enn einki stig hevur fingið.
Næsta umfar í UEFA Nations League hjá kvinnum verður spælt 4. og 8. apríl. Týsdagin 4. apríl klokkan 17:00 spæla Føroyar og Moldova á Tórsvølli, og fýra dagar seinni, týsdagin 8. apríl, somuleiðis klokkan 17:00, kemur Gibraltar á vitjan í Føroyum.
Stigatalva og leikskrá / Bólkur C1 (UEFA Nations League)



Myndir: Jóhanna Thomsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald