Vinna

275 ár í starvi hjá Atlantic Airways

Í dag hevur Atlantic Airways skipað fyri hátíðarløtu í sambandi við, at 12 starvsfólk hava starvast hjá Atlantic Airways í ávikavist 20, 25 og 30 ár.

2022-06-01 22:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Av tí at koronufarsóttin hevur herjað seinastu tvey árini, eru starvsdagar savnaðir saman til stóra hátíðarløtu, ið var hildin á høvuðsskrivstovuni hjá Atlantic Airways seinnapartin í dag. Jóhanna á Bergi handaði blómutyssi og gávur til hesi trúføstu starvsfólk, ið tilsamans hava starvast í felagnum í 275 ár.

Jóhan í Niðristovu hevur starvaðast í felagnum í 30 ár. Eystein í Løðu, Hans Erik Jakobsen, Estrid Hansen, Oddbjørg Magnussen og Thora Holm hava starvast í Atlantic Airways í 25 ár, og Kári í Haraldstovu, Rasmus Niclasen, Ellef Ellefsen, Gunnleivur Mikkelsen, Nancy Justinussen og Sigvør Magnusardóttir Debes hava starvast í felagnum í 20 ár. Orsakað av arbeiðsuppgávum, bar ikki til hjá Hans Erik Jakobsen, Kára í Haraldsen og Nancy Justinussen at vera til staðar í dag.

Atlantic Airways takkar teimum fyri góða og trúgva tænastu.

Atlantic Airways

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder