Fyrrverandi sjómansskúlalærari Óli Olsen bar fram eina hugfarsliga og skemtiliga fráfaringarrøðu fyri Hanusi, har hann m.a.mintist á hendan evnaríka mannin sum frá ungum byrjaði læraragerningin á táverandi Klaksvíkar Sjómansskúla. Óli hevði fleiri góðar og skemtiligar anekdotur í síni røðu, ið vóru við at gera løtuna minniliga fyri Hanus og familju hansara umframt gomlu starvsfelagar Hanusar.
Óli handaði Hanusi eitt oljukrit listarverk eftir Olivur við Neyst í fráfaringargávu.
Sjónám ynskir Hanusi blíðan byr víðari á starvsleiðini á Veðurstovu Føroya.
Sjónám
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald