Vinna

2021 var gott uppá so mangar mátar hjá Thetis

Aftur í fjør stóð starvsfólkið hjá Thetis í fremstu røð og bjóðaði heimsins bíligastu koronukanningar, ímeðan ymisk frábrigdi av korona skolaðu yvir landið. - Samanumtikið var 2021 eitt hektiskt, strævið, men gott ár, sigur Regin W. Dalsgaard, nevndarformaður, nú árið í fjør er gjørt upp.

2022-03-31 15:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Gerandisdagurin er so smátt við at venda aftur í Thetis eftir tvey óvanliga virkin ár. 

Nú tikið verður samanum farna árið, eiga starvsfólkini stóra æru av, at úrslitið gjørdist so gott. Tað sigur nevndarformaðurin, Regin W. Dalsgaard og vísir á, at starvsfólkini stóðu stinn í fleiri koronabylgjum við ymsum frábrigdum, umframt politiskum broytingum, eitt nú tá ið kanningarnar við landamarkið vórðu strikaðar aftur. 

- Árið gjørdist gott fyri okkum av fleiri orsøkum. Tá ið kanningarnar við markið vórðu strikaðar 1. september, hevði góða samstarvið við almennu Føroyar við sær, at vit nøktaðu tørvin - eisini tá kanningarnar fleirfaldaðust, og yvir 5000 føroyingar skuldu kannast dagliga. Hartil høvdu vit eitt gott úrslit á 22,8 milliónir kr, samstundis, sum vit megnaðu at gera kanningarnar fleiri ferðir bíligari enn eitt nú Danmark og onnur grannalond. So samanumtikið var hetta eitt hektiskt, strævið, men gott ár, sigur Regin W. Dalsgaard, nevndarformaður, og vísir serliga til starvsfólkið, ið tók stór tøk hetta farna árið. 


Framúr samstarv

Í Føroyum eydnaðist til fulnar at finna eina framkomna loysn til at gera koronukanningar.

- Hetta hevur við sær, at kanningarorkan nú stórt sæð er óavmarkað. Samstarvið millum kanningarstovur, sjúkrahúsverk og myndugleikar var framúr, og saman megnaðu vit at tryggja føroyingum PCR-kanningar av hægstu góðsku, sigur Regin W. Dalsgaard og vísir á, at Thetis hartil enn, sum einasti veitari, kann geva teimum, sum hava verið smittað við koronu, altjóða góðkenda váttan - tað sonevnda immunitetspassið.

Hóast seinastu koronaátøkini blivu strikað í februar 2022, fer Thetis at halda á at gera kanningar, so leingi tørvur er á tí, staðfestir nevndarformaðurin og leggur afturat, at Thetis eitt nú hevur gjørt stórar íløgur í tól til kanningarstovuna fyri yvirskotið.

- Virksemið er nú lagað til gerandisdagin, og vit hava aftur 11 starvsfólk á lønarlistanum. Men kortini er tilbúgvingin klár, um so er, at nýggj koronufrábrigdi koma aftur. Vit síggja í løtuni nýggjar avmarkingar úti í heimi - eitt nú Kina, har stór øki eru stongd vegna nýggj útbrot av koronu. Men í fyrstu atløgu savna vit okkum um vanliga arbeiðið aftur eftir hetta tørnið, sigur Regin W. Dalsgaard.



  • Vanliga heilsufrøðiliga kanningararbeiðið hjá Thetis øktist eitt vet í 2021. 
  • Kanningarstovan hevði umleið 100 fólk á lønarlistanum í fjør. 
  • Fíggjarliga úrslitið eftir skatt var 22,8 milliónir krónur.
  • Høvuðsuppgávurnar hjá altjóða góðkendu kanningarstovuni, Thetis, eru nú aftur at gera kanningar innan umhvørvi- og matvøru.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder