Tað verða trummur, bassur og gittari og grefligt kjaftaslit, akkurát sum fyrr, og vissi tú kemur her og sigur, at teirra argument eru for tunn, so koma teir eftir tær við pappmasjéfokkjúfingrinum.
Teir eru samstundis sætta navnið, ið vit kunngera í Spæl Föroyskt vikuni. Hóast hetta er ein bólkur við 27 árum á baki, eru teir líka aktuellir sum nakrantíð, teir hava langt síðan rokkið endmálinum, ið var at vísa, at nútímans rokktónleikur kundi vera á föroyskum máli.
Síðani hevur bólkurin framt hetta í verki, og flutt mörkini fyri hvat okkara móðurmál hóskar seg til – og ger tað enn.
200 hevur framfört í öllum norðurlondum umframt í Skotlandi og Sveis – og altíð á föroyskum.
Ein ummælari hevur lýst ljóðið hjá 200 sum “In the Ghetto meets Motorhead as played by the Sex Pistols”.
Teir tríggir Niels Arga Galán, Uni Árting og Mikael Blak siga um sína áttandu útgávu, at "Reyvheart" tekur táttin víðari, har Reytt pass slepti í 2016. Frá hartsláandi “Skamband” sum talar fyri seg og “Reyða tablett”, um hvussu líkasæl vit sum samfelag eru blivin, til meira bleyta og sensuella “Leðurhúsið”. “La familja” er um týdningin, at familjan og vinnan hava tað gott – so leingi tað er mín familja og mín vinna tað snýr seg um.
Plátan hevur verið í gerð síðani í 2022, og 200 gleðir seg at framföra úr henni á G!
Teir hava “glett seg síðan september”, siga teir. Vit gleða okkum eisini.
Í morgin avdúka vit seinasta spennandi föroyska tónleikanavnið í hesum umganginum. Fylg við á gfestival.fo og skunda tær at keypa atgongumerki, tí prísurin fer upp 15. mars á miðnátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald