2023-03-02 10:48
Í gjár var hugnaløta á kommunuskrivstovuni í samband við, at Nikkel Nielsen hevur 20 ára starvsdag sum húsavørður hjá Eiðis kommunu. Løtan var hildin við einum góðum drekkamunni, har Annsy Høghamar, virkandi borgarstjóri, segði nøkur orð og handaði Nikkeli eina gávu.
Eiðis kommuna ynskir Nikkeli hjartaliga tillukku við degnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald