Útlutað vinningsbýti skift á vinnugreinar hjá feløgum í ikki-fíggjarliga geiranum eru dagførd fram til 2021.
Vinningsbýtið er tann parturin av úrsliti felagsins, ið verður fluttur til eigarar felagsins.
Vinningsbýtið var 1,8 milliardir í 2021
Samanlagt fyri øll feløg var vinningsbýtið 1,8 milliardir krónur í 2021, ið er nærum 600 milliónir meira enn í 2020, tá vinningsbýtið var gott og væl 1,2 milliardir krónur.
Bólkarnir, ið hava útlutað mest vinningsbýti í 2021 eru ’Landbúnaður og fiskiveiða’ við 466 milliónum, ’Framleiðsluvinna’ við 507 milliónum og ’Heil- og smásøla; umvæling av akførum’ við 445 milliónum. Tølini vísa millum annað, at meðan útlutað vinningsbýti innan 'Landbúnað og fiskiveiðu' og 'Framleiðsluvinnu' lækkaði í 2020 og hækkaði so aftur í 2021, so hækkaði vinningsbýti innan 'Heil- og smásølu; umvæling av akførum' bæði í 2020 og 2021.