Frá Vága Pensjónistafelag
Vit hava lýst bingo í kvøld. Í samband við hetta bjóða vit teimum, sum ikki tíma bingo, at spæla kort í staðin.
Nógvir útróðrarbátar vóru á floti um vikuskiftið
Útróðrarbátarnir høvdu góðan fiskiskap um vikuskiftið.
Líðhamar hevur verið á Føroya Banka
Línubáturin Líðhamar, sum hevur roynt á Føroya Banka, landar útvið 25.000 pund í Klaksvík.
Sigatindur landar í Leirvík
Trolbáturin Sigatindur landar 46.000 pund í Leirvík, teir hava roynt norður úr Mykinesi.