
Maðurin varð steðgaður av tollvaldinum, tá hann kom til Føroya við Norrønu í juli. Í bilinum, hann var í, fann løgreglan 21,8 gram av reinum kokaini, umframt 47,9 gram av øðrum pulvuri, ið ákæruvaldið gjørdi galdandi skuldi blandast við kokaini, fyri at fáa eina størri nøgd.
Rætturin metti, at samlaða nøgdin var 50 gram av kokaini. Afturat hesum hevði maðurin uml. 1200 gram av hashi við sær til Føroya.
Kokain er bólkað, sum serliga farligt rúsevni, og tí er revsingin fyri at smugla hetta til Føroya serliga strang samanborið við danska rættarsiðvenju.
Maðurin, sum játtaði seg sekan, var í dag dømdur 11 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing.
Løgreglan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald