10 kraftig afturat, tað klára vit!
Tað verður ikki hvørjum persóni fallin í lut, at verða heiðrað við heiðurskjal Poul E. Petersen, sum er størsta heiðursløn sum verður latin innan føroyskan ítrótt. Heiðurskjalið verður latið einum persóni, sum á serstakan hátt og yvir eitt longri tíðarskeið hevur tænt føroyskum ítrótti.
Fyrst og fremst, hjartaliga til lukku Hansina, við tí stóra heiður tær er sýnt, og má eg erligt siga, at eg varð eitt sindur rørdur tá eg hoyrdi títt navn verða nevnt, men samstundis hugsaði eg, at sjálvandi hevur tú uppiborið hendan stóra heiður!
Hansina á Plógv hevur havt ein ósigandi týdning fyri kappróðurin, ikki bara í Sandavági, men í Vágum og í Føroyum sum heild.
Tú varð í gjárkvøldið, og verður her í dag, heiðra fyri títt ótroyttiliga sjálvbodna arbeiði til frama fyri kappróðrinum, men tað týdningarmesta, fyri títt arbeiðið við menningini hjá børnum og ungum. Tú ger eitt stórt fyribyrgjandi arbeiði, tú er til stóran íblástur og er ein fyrimynd fyri børnini og tey ungu, hjá øðrum feløgum og okkum øllum í kommununi.
Tín ótroyttiliga tilgongd til kappróðurin er mær og øðrum ein gáta, og vil eg fara so langt sum at siga, fyri uttan teg og tína familju, so hevði kappróðurin helst ikki verið komin so langt, ella havt so stóran framburð her í okkara kommunu, og í Vágum.
Gud viti hvussu nógvar tímar tú manst hava brúkt uppá kappróður, tiltøk í samband við umstøður og alt annað, ið skal til fyri at fáa ein sjálvbodnan felagsskap at hanga saman. Tú er róðrið, árarnar og nøglin í felagnum, saman við øðrum sjálvbodnum kreftum.
Vága kommuna hevur tørv á eldsálum! Eldsálum ið vísa vegin, ið rúma meira enn tey flestu, og sum eru klár at taka 10 kraftig, sum tú sjálv segði í gjárkvøldið. Tað eru tit sjálvbodnu, sum leggja lunnar undir eina góða kommunu, tit eru fundamenti undir trivnaði og menning.
Tá eg hugsi um teg og alla tað tíð tú hevur brúkt uppá hetta fantastiska sjálvbodna arbeiðið, kann eg ikki lata vera við at hugsa um teg Jonfinn. Ofta verður tikið til, at aftanfyri ein sterkan mann stendur ein enn sterkari kvinna, og í hesum føri eru rollurnar býttar um, og stendur Jonfinn aftanfyri teg Hansina sum ein sterkur stuðul í tínum arbeiði.
Hansina, eg veit at vit eru sera nógv sum gleðast saman við tær, um tann heiður tú hevur fingið, enn einaferð hjartaliga til lukku.
Vegna býráðið
Bjarni Prior
borgarstjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald