Vinna

1. januar búðu 53.664 fólk í Føroyum

Fólkatalið vaks við 765 fólkum í 2021. Tað er ein vøkstur á 1,4%. Hóast vøksturin er eitt vet minni enn í 2020, heldur fólkatalið fram við at vaksa, og 1. januar búðu 53.664 fólk í Føroyum.

Mynd: Hagstovan.

Mynd: Hagstovan.

2022-02-10 16:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan skrivar:

Gongdin í fólkatalinum í 2021 líkist nógv gongdini í 2020. Hesi bæði árini er fólkatalið vaksið við millum 1,4% og 1,6% fyri hvørt 12-mánaðar-skeið. Tað er eitt sindur lægri enn í 2018 og 2019, tá ið vøksturin fyri hvørt 12-mánaðarskeið lá millum 1,6% og 1,8%. Í 2020 og 2021 løgdust í miðal 65 fólk aftur at um mánaðin. 

Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda: Hagstova FøroyapersónarFólkataliðMáltTrendurJan '19Mar '19Mai '19Jul '19Sep '19Nov '19Jan '20Mar '20Mai '20Jul '20Sep '20Nov '20Jan '21Mar '21Mai '21Jul '21Sep '21Nov '21Jan '22199020002010202051.00052.00053.00054.00053.664

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 249 fólk og eini nettoflyting á 516 fólk. Sí fleiri tøl í talvuni. 

Nettoflytingin økti fólkatalið við á leið 44 fólkum mánaðarliga í 2021

Trendurin í myndini niðanfyri vísir, at bæði tilflytingin og fráflytingin minkaðu nakað í 2020. Av tí at tilflytingin minkaði nakað meiri enn fráflytingin, minkaði íkastið frá nettoflytingini úr 47 fólkum um mánaðin í 2019 til 40 um mánaðin í 2020. Víðari vísir trendurin, at gongd aftur kom á flytingarnar í 2021, og hóast tilflytingin ikki er á sama stigi sum frammanundan, er íkastið til fólkavøksturin frá nettoflytingini seinastu tíðina komið upp á umleið 44 fólk mánaðarliga.

Kelda: Hagstova FøroyapersónarFlyting til Føroya og flyting úr FøroyumMált - tilflytingMált - fráflytingTrendur - tilflytingTrendur - fráflytingJan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '21200020200100200300

Burðaravlopið økti fólkatalið við gott 20 fólkum mánaðarliga í 2021

Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og telur um gott 30 mánaðarliga. Trendurin vísir, at gongdin í tal av deyðum minkaði nakað í 2020, men kom í 2021 aftur í somu legu sum árini frammanundan. 

Talið av føddum børnum var javnt vaksandi í árunum fram til 2020, tá gongdin broyttist meira enn vanligt. Um ársskiftið 2019/2020 minkaði talið av føddum úr 60 niður í 50 mánaðarliga, og fram móti heysti í 2020 øktist gongdin síðani aftur, heilt upp móti 65 børnum um mánaðin. Ein orsøk var, at heili 79 børn vórðu fødd í oktober í 2020. Høga føðitalið helt tó ikki fram, men minkaði aftur til sama stigi sum árini frammanundan, og í 2021 løgdust aftur millum 55 og 60 børn afturat mánaðarliga. 

Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum í 2021 var soleiðis gott 20 børn mánaðarliga. 

Kelda: Hagstova FøroyapersónarLivandi fødd og deyðMált - føddMált - deyðTrendur - føddTrendur - deyðJan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '211990200020102020050100

Størstu kommunurnar vaksa mest í tali

Størstu kommunurnar vaksa mest í tali.  Av bygdunum í kommunum er størsti vøkstur í tali í Tórshavn, Hoyvík, á Argjum og á Toftum. 

Í 10 av 29 kommunum minkaði fólkatalið. Størsta minking var í Kvívíkar kommunu, og av bygdunum í kommununi minkaði fólkatalið mest í Kvívík.

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í hvørjari kommunu við tilhoyrandi bygdum 1. januar 2021 og 2022.

Fólkatalið í kommununum og bygdum

jan 2021 – jan 2022

Tilsamans52.89953.6647651,4


januarmunur

20212022persónar%





Fugloyar kommuna4138-3-7,3
- Hattarvík1110-1-9,1
- Kirkja3028-2-6,7
Viðareiðis kommuna35435400,0
- Viðareiði35435400,0
Hvannasunds kommuna41841800,0
- Depil32-1-33,3
- Hvannasund25025110,4
- Múli000-
- Norðdepil163162-1-0,6
- Norðtoftir23150,0
Klaksvíkar kommuna5.3385.398601,1
- Klaksvík4.9905.026360,7
- Árnafjørður737634,1
- Norðoyri1101332320,9
- Ánirnar5553-2-3,6
- Mikladalur2724-3-11,1
- Trøllanes141517,1
- Svínoy3130-1-3,2
- Húsar333526,1
- Syðradalur, Kalsoy56120,0
Kunoyar kommuna14114764,3
- Haraldssund656723,1
- Kunoy768045,3
Fuglafjarðar kommuna1.5741.612382,4
- Fuglafjørður1.5621.600382,4
- Hellurnar121200,0
Eysturkommuna2.2112.256452,0
- Leirvík1.0041.029252,5
- undir Gøtueiði313326,5
- Gøtugjógv4550511,1
- Í Skálafirði044-
- Norðragøta654649-5-0,8
- Syðrugøta477491142,9
Nes kommuna1.3991.450513,6
- Nes, Eysturoy36036220,6
- Saltnes13914675,0
- Toftir900942424,7
Runavíkar kommuna4.2154.270551,3
- Oyndarfjørður134132-2-1,5
- Elduvík121200,0
- Funningsfjørður7064-6-8,6
- Æðuvík10411065,8
- Glyvrar424437133,1
- Lamba166159-7-4,2
- Rituvík302318165,3
- Runavík58959230,5
- Saltangará1.0701.100302,8
- Skipanes464936,5
- Søldarfjørður375373-2-0,5
- Lambareiði79228,6
- Skála739731-8-1,1
- Skálabotnur13213643,0
- Funningur454836,7
Sjóvar kommuna1.1111.138272,4
- Innan Glyvur828756,1
- Kolbeinagjógv333300,0
- Morskranes2835725,0
- Selatrað4539-6-13,3
- Strendur923944212,3
Eiðis kommuna767789222,9
- Eiði688711233,3
- Ljósá3634-2-5,6
- Svínáir434412,3
Sunda kommuna1.8111.821100,6
- Norðskáli323333103,1
- Oyrarbakki173163-10-5,8
- Oyri16617042,4
- Gjógv2421-3-12,5
- Haldórsvík10911343,7
- Langasandur5248-4-7,7
- Tjørnuvík464824,3
- Saksun101000,0
- Hvalvík248262145,6
- Nesvík000-
- Streymnes32032000,0
- Hósvík340333-7-2,1
Tórshavnar kommuna22.34022.7383981,8
- Kollafjørður818828101,2
- Oyrareingir424537,1
- Signabøur14514721,4
- Argir2.3682.443753,2
- Tórshavn13.62913.8372081,5
- Kaldbak25225531,2
- Kaldbaksbotnur9900,0
- Mjørkadalur000-
- Sund1100,0
- Hvítanes10997-12-11,0
- Hoyvík4.3664.4821162,7
- Norðradalur910111,1
- Syðradalur, Streymoy109-1-10,0
- Kirkjubøur888911,1
- Velbastaður241240-1-0,4
- Hestur1917-2-10,5
- Koltur000-
- Nólsoy234229-5-2,1
Kvívíkar kommuna624601-23-3,7
- Kvívík403382-21-5,2
- Leynar11611932,6
- Skælingur131300,0
- Stykkið4137-4-9,8
- Válur5150-1-2,0
Vestmanna kommuna1.2481.263151,2
- Vestmanna1.2481.263151,2
Vága kommuna2.1402.163231,1
- Sandavágur973985121,2
- Miðvágur1.1251.13490,8
- Vatnsoyrar424424,8
Sørvágs kommuna1.2201.252322,6
- Sørvágur1.1151.152373,3
- Bøur7572-3-4,0
- Gásadalur1413-1-7,1
- Mykines1615-1-6,3
Skopunar kommuna454453-1-0,2
- Skopun454453-1-0,2
Sands kommuna537527-10-1,9
- Sandur537527-10-1,9
Skálavíkar kommuna145138-7-4,8
- Skálavík145138-7-4,8
Húsavíkar kommuna111109-2-1,8
- Dalur373700,0
- Húsavík6563-2-3,1
- Skarvanes9900,0
Skúgvoyar kommuna4341-2-4,7
- Skúgvoy3331-2-6,1
- Stóra Dímun101000,0
Hvalbiar kommuna67067991,3
- Hvalba599610111,8
- Sandvík7169-2-2,8
Tvøroyrar kommuna1.7441.769251,4
- Froðba272283114,0
- Trongisvágur52653371,3
- Tvøroyri85986670,8
- Ørðavík3028-2-6,7
- Ørðavíkslíð575923,5
Fámjins kommuna8684-2-2,3
- Fámjin8684-2-2,3
Hovs kommuna9710255,2
- Hov9710255,2
Porkeris kommuna319317-2-0,6
- Porkeri319317-2-0,6
Vágs kommuna1.3911.380-11-0,8
- Vágur1.3911.380-11-0,8
Sumbiar kommuna35035772,0
- Lopra838744,8
- Sumba25225531,2
- Víkarbyrgi000-
- Akrar151500,0





Viðm.:Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda:Hagstova Føroya

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder