Vinna

07Vestur: Predrag Jeremic er settur sum hjálparvenjari hjá 1. deild monnum

.

2025-02-03 20:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Predrag Jeremic er settur sum hjálparvenjari hjá 1. deild monnum.
Predrag er okkum ikki ókendur í felagnum. Hann kom í 2020 til landið at spæla við 07 Vestur.
Hann var á liðnum, sum flutti okkum upp í Betri deildina, og síðani spældi hann eitt kappingarár í Betri deildini.
Eftir hetta gavst hann at spæla bólt við besta liðnum. Nú er hann so aftur til arbeiðis hjá okkum, har hann skal hjálpa Sasa Jovanovic at stabilisera okkara lið í 1. deild.
Vit ynskja Predrag góða eydnu við nýggju uppgávuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder