Ítróttur

07Vestur og KÍ spældu javnleik í Klaksvík

Tað bleiv til ein javnleik í dagsins dysti, har KÍ hevði trupult við at skapa teir heilt stóru kjansirnar - hóast greitt leikligt yvirvág, skrivar KÍ.

2023-08-20 21:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

KÍ skrivar um dystin í dag - KÍ-07Vestur:

Tað bleiv til ein javnleik í dagsins dysti, har KÍ hevði trupult við at skapa teir heilt stóru kjansirnar - hóast greitt leikligt yvirvág

07 Vestur kom framum tíðliga í dystinum. Eftir átta minuttir var støðan 0-1 til útiliðið, sum hevði eina greiða leikætlan - ið ikki sørt var ólík tað sum vit hava sæð KÍ avrikið í evropeisku luttøkuni í ár. 

Tað var trupult hjá heimaliðnum at sleppa ígjøgnum vágamennirnar, ið høvdu parkerað seg uttanfyri sekstanmeturin við tíggju leikarum, sum allir kendu sínar uppgávur til lítar. Ta einu ferðina megnaði KÍ at seta eitt skjótálop í gongd, tá ið Patrick da Silva og Sivert Gussiås sloppu framvið í høgru síðu. Tá ið Sivert var komin fram ímóti baklinjuni, finnur hann ein leysan René Shaki, sum setti bóltin trygt í netið til 1-1. 

1-1 gjørdist endaliga støðan. Um væl vildi til, so kundi KÍ havt skorað nøkur mál afturat. Odmar Færø hevði tríggjar góðar royndir á málið, men í tveimum førum var málverjin árvakin og einu ferðina tók yvirleggjarin skotið. Eisini kom Johan Josephsen í góða støðu, men ólukkutíð endaði skallarin eisini á tvørtrænum.

Nú skal KÍ, komandi hóskvøld, á eina spennandi uppgávu á Tórsvølli, tá ið Sheriff Tiraspol kemur á vitjan. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder