Vinna

07Vestur: Málmansposturin hevur verið ein avbjóðing í eina tíð

07Vestur fær útlendskkan málmann.

2023-03-16 15:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Málmansposturin hevur verið ein avbjóðing í eina tíð og tørvurin á einum eykamálmanni til besta liðið hevur verið eyðsýndur síðani Silas flutti til B36.
Í løtuni eru Ari í Haraldstovu og Sámal á Steig í bruttohópinum hjá Betri-liðnum og vit gleðast um, at Rói Zakarisson, eftir ein steðg, er byrjaður at venja við 2. deild aftur.
Tríggir málmenn eru tó nakað lítið til fýra lið, og tí gleðast vit um at kunngera, at 26 ára gamli Steven van Dijk úr Hollandi legst afturat málmanshópinum.
Steven verður eykamálmaður á Betri-liðnum og saman við Róa fer hann eisini at røkja málmanspostin á 2. deild.
Rói og Sámal koma at røkja málmanspostin á U21 og Sámal, sum enn hevur aldur til U17, verður eisini málmaður á U17-liðnum.
Vit frøðast um endiliga at hava fingið málmanskabalina at ganga upp, og fegnast um at hava fingið Steven í hópin. Við hesum vænta vit, at venjingarumhvørvið hjá málmonnunum í felagnum gerst enn betri.
Sum eitt bonus so hava vit í Steven fingið ein væl skikkaðan fysioterapeut í felagið. Steven er útlærdur fysioterapeut frá THIM í Hollandi og er settur í starv sum fysioterapeutur hjá bæði monnunum og kvinnunum hettar kappingarárið.
Vit ynskja Steven vælkomnum í felagið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder