2025-03-11 22:39

Dann Fróðason hevur skrivað undir sáttmála við 07 Vestur fyri hetta kappingarárið.
Í kappingarárinum 2021 var Dann mentur til at vera ein av føstu og berðandi kreftunum á 07 Vestur liðnum. So hendi tað ræðuliga, at ein skaði noyddi hann at steðga við fótbóltinum. Dann spældi ongan dyst í 2022 og 2023.
Men í fjør byrjaði Dann at koma fyri seg. Hann spældi fyri tað mesta við 2. deild hjá 07 Vestur. Tá ið kappingárið var við at enda, var Dann komin so mikið fyri seg, at hann kundi spæla nakrar dystir við besta liðnum.
Nú er Dann klárur aftur at tørna út fyri 07 Vestur. Hann hevur skrivað undir sáttmála, og spældi við í fyrsta dystinum móti KÍ síðsta vikuskifti.
Dann er ein kempari við sonnum 07 Vestur hjarta. Og tað frøðir okkum, at hann aftur er klárur at umboða felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald