2025-01-06 15:07
Sasa Jovanovic hevur skriva undir sáttmála fyri komandi kappingarár og kemur at taka sær av okkara næstbesta liði, sum flutti upp í 1. Deild í farna kappingarárið.
Føroyskur fótbóltur er ikki heilt ókendur fyri Sasa. Hann spældi við TB og ÍF kappingarárini 2007 og 2008.
Sasa hevur A-venjaraprógv og hevur sum venjari m.a. landsliðið fyri áhugaleikarar í Serbia og vant U20 lið í bestu serbisku deildini. “Fótbóltur er mítt lív og tað hevur altíð havt mín serliga áhuga at menna og vegleiða ungum leikarum, í strembanini eftir at gerast yrkisleikarar” sigur Sasa í stuttari samrøðu við 07 Vestur.
“Eg leggi stóran dent á dygd, rættan hugburð og hart arbeiðið” leggur Sasa afturat, ið er júst tað næst besta liðið hevur tørv á, nú tað skal royna at fóta sær í næst bestu deildini komandi kappingarár.
Sasa kemur til landið 13. Januar og fer undir at venja 1. Deildarliðið beinanvegin.
Vit ynskja tær hjartaliga vælkomnum til 07 Vestur og blíðan byr í 2025!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald