Lars Arne hevur drúgvar royndir sum venjari á høgum støði. Í 2015 leiddi hann Brann í Bergen til eitt 2. pláss í næstbestu norsku deildini og beinleiðis uppflyting. Árið eftir megnaði hann at leiða Brann til silvurpláss í bestu norsku deildini og í 2018 á eitt triðja pláss. Árini 2017 og 2019 luttók Brann í europisku undanumførunum. Lars Arne var kosin ársins venjari í Norra í 2016.
Í 2020 tók Lars Arne yvir í Ålesund FK sum tá var í næst bestu deildini, og flutti upp við liðnum longu árið eftir.
Lars Arne hevur ikki bert verið venjari á hægsta stigi í Norra, men hevur eisini roynt seg sum venjara í lægru deildunum við góðum úrslitum. Í 2012 vann hann m.a. norsku steypakappingina við Hødd sum tá lá í niðaru hálvu í næstbestu deildini.
07 Vestur hevur seinastu árini lagt stóra orku í at menna egið leikaratilfar. Við at seta Lars Arne í starv meta vit, at arbeiðið við at fáa okkara ungu evnaríku leikarar slúsaðar tann seinasta teinin inn á besta lið felagsins, vera í tryggum hondum.
Í tøttum samstarvi við Tór Ingar, Abraham, Símun, Rógva og Ivan og øll hini kring eldru U-liðini, skal Lars Arne tryggja, at tilgongdin av egnum ungum leikarum verður fylgd.
Vit ynskja Lars Arna vælkomnum í felagið og vóna, at okkara fantastisku fjepparar fara at taka væl ímóti honum, tá hann á fyrsta sinni kemur at standa á odda fyri liðnum í heimadystinum móti EB/S tann 2. august.
07 Vestur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald