2025-05-12 17:31

Vit eru sera hørm um at verða komin hartil, men úrslitini hava ikki verið eftir vild og tað er eyðsæð at okkurt má gerast, fyri at venda gongdini, sigur Jens Kristian Haraldsen formaður í 07 Vestur.
Vit vilja takka Dan fyri samstarvið og tað orku hann hevur lagt í sít arbeiðið sum høvuðsvenjari hjá 07 Vestur.
Arbeiðið við at finna nýggjan venjara er farið í gongd og vit vænta at hava eina loysn klára innan stutta tíð.
Til nýggjur venjari er settur, fer Sigtór Petersen at standa við ábyrgdini av Betri-monnum.
07 Vestur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald