Nýggi venjarin eitur Steffen Landro. Steffen er 38 ára gamal. Hóast ungur hevur hann drúgvar royndir sum venjari. Hann var venjari sum 22 ára gamal og byrjari sína yrkisleið sum hjálparvenjari hjá Nest-Sotra í 2015 sum 30 ára gamal saman við Ruben Hetlevig sum høvuðsvenjara. Sum ein áhugaverd síðusøga kann nevnast, at hetta var eftir, at Michael Schønberg var uppsagdur í felagnum.
Í 2017 bleiv hann settur sum høvuðsvenjari hjá Nest-Sotra. Longu í 2018 bleiv hann kosin sum ársins venjari í OBOS-deildini. Dómsnevndin nevndi hesar orsøkir til kjósingina: Landro er en unorsk træner som tør å tenke utenfor boksen. Hann er veldig spennende trener som også tør å melde litt.
Sum venjari hevur hann staðið á odda fyri Ullensaker/Kisa, Sandnes Ulf og Nest-Sotra IL. Í Sandnes Ulf var hann venjari hjá Ára Mohr Jónsson. Vit kenna eisini til Gullbrandur í Horni haðani.
Steffen hevur nú valt at koma og standa á odda fyri 07 vestur saman við okkara venjaratoymi, har Tór Ingar Akselsen er hjálparvenjari, Rógvi Nónsgjógv Poulsen er kropsligur venjari, Ivan Stojkovic er málmansvenjari og Abraham Løkin er høvuðsungdómsvenjari. Hesir hava gjørt eitt ótrúliga gott arbeiði frammanundan í felagnum, so Steffen skal ikki byrja á berum.
Steffen sigur sjálvur, at hann vil byggja víðari uppá tað góða arbeiðið, felagið hevur gjørt seinnu árini og gleðir seg til at fara undir at flyta felagið enn longur fram á leið.
Steffen hevur skrivað undir ein tvey ára sáttmála við 07 Vestur og kemur til landið 4. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald