Ítróttur

07 Vestur heintar svenskan miðverja

Filip Drinic er miðverji og skal spæla við 07 Vestur í ár. Filip er svii og 21 ára gamal.

2025-03-14 20:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinasta felagið, hann spældi við, var í næstbestu deildini í Svøríki við skøvde AIK. Hann hevur eisini spælt við svensku liðunum Ørebro syr. (var liðskipari), IFK Haninge og Assyriska FF.
Filip er skrásettur fyri 26 dystir í næstbestu og 68 dystir í triðbestu deildini í Norra. Hann er ein sterkur og hartarbeiðandi miðverji.
Vit ynskja Filip Vælkomnum í felagið.
07 Vestur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder