Ítróttur

07 Vestur ger nógv burturúr seinnu hálvfinaluni

Í annaðkvøld verður seinna hálvfinalan millum KÍ og 07 Vestur í kappingini um Løgmanssteypuð.

2022-10-04 21:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrra hálvfinalan millum 07 Vestur og KÍ endaði við einum 2-2 javnleiki á Dungasandi, og er tí nógvur spenningur til dystin í annaðkvøld hvør spælir seg víðari í steypafinaluna.

Mánakvøldið var eitt stór fjepparatiltak í 07 Vestur húsinum, har nógv fólk vóru samlaði. 07 Vestur bjóaði pylsur, kaffi og køkur. Áskoðarnir vandu fjepparasangir umframt at fjeppara troyggjur vóru givnar út, og fløgg gjørd.

Í morgin fara 07 Vestur leikarar at vitja Sørvágs skúla og skúlan á Giljanesi, har teir heilsa uppá næmingarnar og skriva autografar, 07 Vestir sangir verða eisini tiknir ígjøgnum.
 
Klokkan 14 seinnapartin í morgin verður upphiting í 07 Vestur húsinum, har øll kunnu fáa pizzasniglar, pylsuhorn eisini hava vit kaffi og kakir, alt er ókeypis. Andlitsmáling og felagssangir verða spældir.

07 Vestur hevur leiga buss, sum koyrir av Dungasandi klokkan 16:15.

Dysturin í annaðkvøld byrjar klokkan 18:30.

Her eru nakrar myndir, sum eru tiknar mánakvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder