Vinna

- Vága kommuna er farin í gongd við arbeiðið at menna vinnuferðavinnu

Í morgun kl. 7.00 stevndi ferðamannaskipið National Geographic Explorer inn á Miðvág. Umborð vóru 115 ferðafólk, og fóru tey ymiskar útferðir runt um í Vágum, millum annað við báti út til Drangarnar og gongutúr út í Trælanípu. Tað er MB Tours sum, í góðum samstarvið við Giljanes bussar og aðrar lokalar veitarar í oynni, skipar fyri útferðunum.

Mynd: Ólavur Frederiksen / FaroePhoto

Mynd: Ólavur Frederiksen / FaroePhoto

2022-07-06 19:15 Author image
-
placeholder

Vága kommuna: Skipið er eitt fyrstafloks rannsóknarskip, við pláss fyri 148 ferðafólkum í 81 kahúttum, umframt manning.

Saman við menningarstovuni Visit Vágar, er Vága kommuna farin í gongd við arbeiðið at menna vinnuferðavinnu, og hugt verður somuleiðis eftir møguleikanum at gera okkum galdandi fyri smærri ferðamannaskip av hesum slagnum.

Hesi skip hava ikki nógv ferðafólk, men tey hava sum oftast tað til felags, at tey hava sama áhuga fyri t.d. søgu, landafrøði ella okkurt heilt triðja, og ynskja útferðir sniðgivnar við teirra áhuga fyri eyga. Og her hava vit nógv ymiskt at bjóða, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, sum saman við Jóanis Albert Nielsen, formanni í Vinnu- og havnanevndini, tóku ímóti National Geographic Explorer tíðliga í morgun.

Sí fleiri myndir her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder