Politikkur

- Tær hava gjørt eitt lógaruppskot, ið snýr seg um at fyribyrgja strongd

Til ungdómstingið verða 60 uppskot útvald í danska ríkinum, harav bert eitt úr Føroyum.

2023-01-30 07:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Skúlin á Giljanesi: Í gjár byrjaði ein spennandi ferð fyri tveir av okkara næmingum. Tá fara Durita og Bjørk úr 8. fl., saman við læraranum Inga, til Keypmannahavnar á Christiansborg á ungdómsting.
Til ungdómstingið verða 60 uppskot útvald í danska ríkinum, harav bert eitt úr Føroyum. Sostatt er hetta eitt megnar avrik í sjálvum sær at sleppa á ungdómstingið. Tær hava gjørt eitt lógaruppskot, ið snýr seg um at fyribyrgja strongd við at seta á stovn eina nýggja lærugrein í fólkaskúlanum.
Lærugreinin hevur til endamáls at læra børn um sínar styrkir og veikleikar, og um hvussu vit handfara støður í lívinum. Tankin er, at børn og ung við hesum førleikum betur megna lívið og at standa ímóti trýsti uttanifrá. Tær hava kannað tøl fyri, hvussu nógv fólk verða rakt av strongd, hvørjar heilsuligar avleiðingar hetta førir við sær, umframt fíggjarliga kostnaðin fyri samfelagið.
Teirra uppskot tekur atlit til hesi viðurskifti. Tær hava roknað út, hvussu stórur fíggjarligi vinningurin er við at seta lærugreinina á stovn, og harvið fyribyrgja strongd, heldur enn at viðgera.
Uppskotið hevur fingið góða móttøku og verið nógv umrøtt, bæði í miðlum og millum manna.
Uppskotið hevur fingið umrøðu í Skúlablaðnum og Dimmalætting, eins og tær báðar hava verið í Kringvarpinum og greitt frá í “Góðan morgun Føroyar”.
Vága kommuna bjóðaði teimum eisini at hava eina framløgu fyri borgarstjóranum og starvsfólkum í umsitingini. Uppskotið er rokkið so víða, at tær hava lagt fram fyri fólkatingslimunum, Sjúrði Skaale og Onnu Falkenberg. Tær hava fingið góð ráð og vegleiðing til politiska arbeiðið á Christiansborg frá teimum.
Skúlin á Giljanesi luttekur nú á triðja sinni á rað, og hevur tí royndir at byggja á. Tískil hava Durita og Bjørk eisini tosað við og fingið vegleiðing frá næmingum, ið fyrr hava luttikið.
Ungdómstingið verður stroymt á heimasíðuni hjá fólkatinginum.
Til ber at fylgja við mánadagin 30/1 frá kl. 11.15-15.30 føroyska tíð: https://www.ft.dk/da/aktuelt/tv-fra-folketinget
Vit eru stolt av teimum og ynskja góða eydnu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder