2023-03-04 10:44
Fleyr - SÍ 0-2 (23-25, 25-27)
SÍ genturnar vóru sterkari í kvøld í steypafinaluni, tá tær møttu Fleyr. Úrslitið gjørdist 2-0 til SÍ.
Hóast hetta, so var dysturin bæði langur og spennandi, og settini bæði vórðu avgjørd við minst møguligum muni.
SÍ vann 1. sett 25-23 og annað sett sett 27-25.
Hóast annað liðið er úr Havn og hitt úr Sørvági, so var tað sermerkt, at tvær Bíggjargentur vórðu valdar til bestu leikarar á hvør sínum liði. Hjá SÍ var Anja Sólja Niclasen vald til besta leikara og hjá Fleyr varð Tóta Búadóttir vald til besta leikara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald