
Árni Fredriksberg, stjóri í Kjølbro heilsølu, og Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í HSF, hittust herfyri á Stangavegi í Klaksvík, har avtalan varð undirskrivað. -Hjá Kjølbro heilsølu hava vit bitið merki í eyðsýndu framgongdina hjá hondbóltinum seinastu árini. Nærlagni, dugnasemi og gott arbeiðslag eru lyklaorð í virkseminum hjá Kjølbro og hetta síggja vit eisini hjá føroyskum hondbóltsíðkarum og feløgum. Hetta er nakað vit sum fyritøka gjarna vilja spegla okkum í og gleða vit okkum at fylgja við nú fleiri landslið skulu kappast við heimsins bestu, sigur Árni Fredriksberg í stuttari viðmerking.
-At hava sterkar stuðlar úr øllum landinum er ein fortreyt fyri at tryggja menningina í føroyskum hondbólti. Hondbóltur skal vera fyri alt Føroyar. Vinnulívið í Klaksvík er sterkt og hava vit eisini sæð, at tey eru stinn at stuðla ítróttalívinum. Hetta fegnast vit nú eisini um í Hondbóltssambandinum, tá Kjølbro heilsøla er vorðin stuðul, sigur Gunn Ellefsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald