Landsstýrismaðurin eigur alt fyri eitt at finna eina loysn, tí starvsfólk og foreldur at børnum undur skúlaaldur mugu og skulu fáa sernámsfrøðiliga ráðgeving, tá ið tey tørva hjálp.
Tað undrar meg, at politikarar í samgonguni skriva lesarabrøv um, at teir harmast um støðuna í Sernám. Tað er jú samgongan sjálv, sum kann broyta tað og seta børnini í fremstu røð. Tað hevði gagnað børnunum munandi betur enn at skriva almenn lesarabrøv. Men tað sær ikki út til at vera fremst í huga.
Vit vita øll, at tað eru alt ov nógv børn í Føroyum, sum ikki verða loftað nóg tíðliga. Hetta fær álvarsligar avleiðingar fyri børnini og familjuna, ið kann merkja tey alt lívið.
Hetta er ein vanlukka - bæði fyri familjurnar og samfelagið, tí skjót hjálp er besta og bíligasta loysnin.
Tað er einki nýtt í, at foreldur hava kent seg slept upp á fjall, tí Sernám ikki hevur veitt teimum hjálpina, sum tey væntaðu at fáa. Landsstýrismaðurin hevur áður sagt, at stovnurin var farin undir at broyta bygnaðin, og tí varð virksemið broytt, soleiðis at foreldur ikki skuldi venda sær til Sernám, tí stovnurin veitti bert ráðgeving til dagstovnar og skúlar - ikki til foreldur. Hesa avgerð skilji eg als ikki.
Eftir stendur stóri spurningurin, hvør skal veita sernámsfrøðiliga ráðgeving til starvsfólk og familjum hjá børnum undir skúlaaldur?
Skulu hesi børn, ið frammanundan hava bíðað alt ov leingi, brynja seg við toli til komandi ár?
Eg vil fáa svar upp á hesar spurningarnar, og tí fari eg at seta fyrispurning til landsstýrismannin um málið.
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna
Vinna
Hjálp til børn skal raðfestast - ikki sparast burtur
Nú verða børn við avbjóðingum á dagstovnum og dagrøktum slept upp á fjall, tí Sernám skal spara. Tað eru skelkandi tíðindi. Hetta er als ikki í lagi, og hetta eigur samgongan at gera betur.
2022-09-15 11:20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald