Vinna

 Gunnar Nielsen nýggjur stjóri í Effo

Føroyska orkufelagið hevur sett Gunnar Nielsen í starv sum nýggjan stjóra í Effo.

2022-09-30 12:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Gunnar Nielsen er 45 ára gamal og kemur úr einum starvi sum fíggjarstjóri í norsku alifyritøkuni Salmar.


Frammanundan hevur Gunnar verið fíggjarstjóri í Bakkafrost, umframt at hann bæði hevur leiðslu og starvsroyndir frá øðrum stórum føroyskum fyritøkum.


Gunnar Nielsen er útbúgvin cand.merc.aud frá Copenhagen Business School.

"Vit eru sera fegin um at bjóða Gunnari vælkomnum til Effo. Gunnar hevur góðar førleikar og drúgvar royndir í vinnulívshøpi, og eru vit tí spent uppá at fara undir samstarvið, við tí fyri eyga at menna virksemi hjá Effo enn meira", sigur Janus Thomsen, nevndarlimur í Effo.


"Effo er ein av heilt týðandi fyritøkunum í Føroyum, og eri eg tí bæði spentur og takksamur fyri at fara undir uppgávuna", sigur Gunnar Nielsen.


Gunnar Nielsen byrjar í starvinum 1. januar 2023

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder