“Føroyskt vinnulív og privatu húsarhaldini eru sum heild væl fyri og megna í stóran mun at standa ímóti teimum avbjóðingum, ið vaksandi inflatión og rentuhækkingar hava við sær. Arbeiðsloysið er lágt, og tí síggja vit framvegis ikki stórvegis tap, men tann støðan kann broytast, um arbeiðsloysið hækkar,” sigur
Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik. Í tí sambandi varðveitir bankin avsetingina, ið áður er sett av til tap, ið kunnu fara at vísa seg.
Kunnu aftur spara saman við positivari rentu
Fleiri rentuhækkingar hava verið seinastu mánaðirnar, og væntandi eru hækkingar eisini fyri framman.Tað er harvið vorðið dýrari at læna pening, men samstundis er negativa rentan strikað og rentan áávísum kontum aftur blivin positiv. Seinasta árið eru innlánini hjá kundunum økt við 10%, og tað ber nú aftur til at fáa peningin til pensjónina, børnini, bústaðin o.a. at vaksa við at seta hann á
samansparingarkontu í bankanum.
Fleiri taka lán til orkusparandi ábøtur
Kundarnir gera framvegis íløgur í bústaðin, og seinasta árið eru realkredittlánini økt við 9%. Bankin bjóðar ymisk grøn lán við serliga lagaligari rentu til tess at stuðla undir grøna orkuskiftið, og sum heild er ein lutfalsliga stórur vøkstur í hesum lánum. Seinasta árið eru lánini til orkusparandi ábøtur, t.d. umlegging frá oljufýringum til varandi orkuskipanir, økt við 33%. Harfumframt hevur bankin fíggjað meira enn tvífalt so nógvar elbilar sum sama tíðarskeið í fjør, hóast føroyingar hava keypt færri bilar í ár.
Gongdin á fíggjarmarknaðunum í 3. ársfjórðingi hevði við sær, at bankin herfyri lækkaði væntanirnar til ársúrslitið. Leiðslan er tó væl nøgd við góðu gongdina, ið sæst á øllum virkisøkjum hjá samtakinum.
Roknskapurin í stuttum
- Úrslitið eftir skatt gjørdist 111 mió. kr. samanborið við 194 mió. kr. sama tíðarskeið í 2021, tá ið 83 mió. kr. stavaðu frá søluni av danska virkseminum
- Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 144 mió. kr. samanborið við 125 mió. kr. sama tíðarskeið í 2021
- Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 43 mió. kr. s
- Útlánini hækkaðu úr 7,6 mia. kr. sama tíðarskeið í 2021 til 8 mia. kr.
- Realkredittlánini hækkaðu úr 2,6 mia. kr. sama tíðarskeið í 2021 til 2,7 mia. kr.
- Innlánini hækkaðu úr 7,4 mia. kr. sama tíðarskeið í 2021 til 8,2 mia. kr.
- Leiðslan væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 140 og 170 mió. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald