Vinna

 Fríggjadagin 25 mars var árligi aðalfundurin hjá MBM

Broytingar vórðu gjørdar í nevndini umframt, at vælumtóktu virðislønirnar fyri mest fyrimyndarligamjólkaframleiðari og best røktaða fjós vórðu latnar

2022-03-30 15:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vit løgdu fyri við einari gávuhandan til okkara grannskoðara Jógvan Amonson, ið fer frá fyri aldur.
Nevndarformaðurin, Thorvald Lützen, handaði Jógvani eina gávu sum tøkk fyri gott samstarv. 


Thorvald Lützen hevur verið nevndarformaður í MBM síðani 2015, og valdi ikki at stilla upp aftur í ár.


MBM takkar Thorvaldi fyri eitt gott og gevandi samstarv, og vit ynskja honum og familju hansara blíðan byrð.


Ein nýggjur nevndarlimur skuldi nú finnast og valið fall á Ólav Andreasen.


Nýggja nevndin hevur skipað seg av nýggjum við nýggjum nevndarformanni:
- Sigert Paturson, nevndarformaður.
- Eynar Martin Kjærbo
- Janus Joensen
- Niels J. Absalonsen
- Ólavur Andreasen

Vit síggja fram til eitt framhaldandi gott samstarv við nevndina.


Virðislønir ið vóru latnar:
Virðislønir fyri mest fyrimyndarliga mjólkaframleiðari.
3. Virðisløn fekk Varmakelda og Janus Joensen tók ímóti heiðurslønini.
2. Virðisløn fekk Sólgarður og Eyðun Wang tók ímóti heiðurslønini.
1. Virðisløn fekk Fjósið á Viðareiði og Rói M. Absalonsen tók ímóti heiðurslønini.


Best røtkaði garður 2021
Fjósið á Viðareiði fekk heiðursbrævið fyri best røktað garð.
Heiðursbrævið varð handað Niels Absalonsen.
Virkisleiðari okkara, Tony Weyhe, handaði virðislønirnar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder