2022-11-07 17:46
Fíggjarmálaráðið hevur tikið avgerð um at seta partabrøv áljóðandi kr.
2.800.000 í P/F Tjaldur til sølu. Hetta svarar til 2,8% av samlaða
partapeninginum Í P/F Tjaldur.
Upplýsingar og tilfar í sambandi við søluna kunnu fáast við at venda sær til
[email protected].
Boð skulu sendast til: [email protected] í seinasta lagi tann 28. november 2022
Fíggjarmálaráðið tilskilar sær rætt til at vraka øll boð, um Fíggjarmálaráðið
metir, at tey ikki eru nøktandi.
Fíggjarmálaráðið tilskilar sær rætt til at skipa fyri nýggjum útboði millum tey,
sum hava bjóðað áðrenn freistina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald