Vinna

 Evnafrøðiligt útlát í á í Ørðavík – fisking frárádd

Í gjár hendi eitt útlát av evnafrøðligari vesku, í ánna í Ørðavík.

2022-06-01 11:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tvøroyri: Í gjár hendi eitt útlát av evnafrøðligari vesku, í ánna í Ørðavík. Átaksleiðarin, Anfinn Leo, sigur, at hann fekk fráboðanir frá privatfólki uml. kl 15 og farið varð á staðið beinanvegin. Løgreglan var eisini á staðnum, tí tilburðurin varð vorðin meldaður.
Staðfestast kann, at fram við ánni lá deyður fiskur, állar og reyðmaðkur. Leitað varð eftir upprunanum til útlátið og komið varð fram til, at útlátið kom frá deildini hjá Landsverk í Ørðavík.
Ruheck A. Jacobsen, økisleiðari á Landsverk i Suðurøkinum, sigur, at eitt óhapp er hent, har evnafrøðilig veska er runnin í oljuskiljaran og síðan út í ánna.
Júst hvussu stór nøgd er farin í ánna er ivasamt, eftir at hava tosað við økisleiðaran hjá Landsverk og átaksleiðaran hjá Tvøroyrar Sløkkiliði. Anfinn Leo sigur, at allar forskriftir hjá Danska Beredskabsstyrelsen eru nýttar í upptøkuni av veskuni og heilt fitt er fingið upp.
Ilt er tó at siga, um alt er komið upp og hvussu leingi tílík evni er um at hvørva úr náttúruni aftur. Átaksleiðarin sigur, at hann er í samband við allir viðkomandi myndugleikar um, hvussu farast skal fram komandi dagarnir.
Inntil vit við vissu vita meir, verður staðiliga mælt fólki frá at fiska ella vassa í ánni. Hugsast eigur eisini um, at halda seyð, gæs og onnur djór, burtur frá økinum í løtuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder