Ógvusliga myndin av havhestinum við 27 biofiltrum í maganum gevur greitt prógv um, at havumhvørvið er dálkað við biofiltrum. Myndin ferðast víða á sosialu miðlunum og hevur verið frammi í fjølmiðlunum eisini.
Ongar av fyritøkunum, sum hava virksemi í økjunum, hava givið til kennar, at tær eru atvoldin til dálkingina.
Løgtingið hevur samtykt eina umhvørvisverndarlóg, ið ásetur hvat gerast skal í slíkum førum.
Tí havi eg sett landsstýrismanninum, Magnusi Rasmussen, fyrispurning um lógin er brotin. Og í øðrum lagi, hvat hann ætlar at gera við tað.
Fær hetta ikki avleiðingar, so er vandi fyri, at tað hendir aftur. Og tað kunnu vit undir ongum umstøðum góðtaka. Vit kunnu ikki lata standa til, tí havumhvørvið er so ómetaliga týdningarmikið fyri okkum øll.
Landsstýrismaðurin hevur heimild at seta ymiskt í verk, alt eftir brotinum. Eg vænti, at hann tekur hetta í størsta álvara. Annars mugu onnur taka ábyrgd, og tað burdi ikki verið neyðugt.
Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna
Vinna
Biofiltur hoyra ikki heima í havhesti
Og tí eigur tað at fáa avleiðingar fyri tey, sum hava ábyrgdina.
2022-09-13 08:27
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald