Politikkur

 ALTÍÐ TIL ARBEIÐIS FYRI FØROYAR

Tjóveldi er klárt til fólkatingsvalið

2022-10-06 14:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Føroyar mugu hava eina umboðan á Fólkatingi, sum ongantíð hevur
onnur atlit enn Føroya fólk og føroysk tjóðskaparmál.


Tað gongur ikki, at bæði umboðini hjá okkara landi eru fastir partar av donskum
samgongum og donskum politiskum flokkum, sum hevur við sær, at vit ofta kunnu
ivast í, hvønn tey arbeiða fyri, tá Føroyar og Danmark hava ymisk áhugamál.


Tí stillar Tjóðveldi upp til fólkatingsvalið við hesum arbeiðssetningum:

1. Vit eru vaktarhundurin hjá Føroyum, tá onnur royna
at flyta mál av føroyskum hondum og royna at taka
avgerðir um Føroyar yvir høvdið á okkum.

2. Vit blanda okkum, tá danir í samband við uttanríkisog verjumál uppføra seg sum um, at Føroyar eru tað
sama sum Bornholm ella Læsø.

3. Vit tryggja og menna rættindini hjá føroyskum lesandi,
sjúklingum, pensjónistum og øðrum við ørindum í
Danmark og hjá donskum myndugleikum.

4. Vit gera klárt til, at føroyskt dómsvald, løgregla og 4 loftrúm verða sett á stovn og skipað.

5. Vit varpa ljós á føroysk tjóðskaparmál í øllum saman5 hangum og tala Føroya søk til øll høvi.

6. Verða vit avgerandi fyri, hvør stjórn fær valdið í
Danmark, so er okkara krav: At Danmark alment boðar
frá, at bara føroyingar gera av, nær vit vilja gerast ein
statur í heiminum. Og at Føroya fólk uttan uppíblanding
kann samtykkja sína egnu grundlóg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder