Mentan

Miðvágs kommunusøga kemur út í bók

Fyri skjótt 10 árum síðan vóru fyrstu tankarnir frammi, um at fáa skriva søgurnar hjá Miðvágs og Sandavágs kommunum.

2024-01-02 20:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Málið var fyrstu ferð fyri í býráðnum í 2016, har samtykt var at geva Sonna Jacobsen uppgávuna at skriva søgurnar. Fyri at greiða hesa uppgávuna væl úr hondum, hevði Sonni tørv á at hava atgongd til skjalasøvnini hjá kommununum, og samstundis sum kanningararbeiðið varð gjørt, vórðu skjølini flokka av nýggjum og rætt, sum ger, at tað er lætt at leita og granska í teimum fyri framtíðina.

Sonni Jacobsen er liðugur at skriva Miðvágs kommunusøgu og bókin er umbrotin og tilfarið er rættlisið. Talan verður um 3 bind, og við navnalista, sum liggur uml. 15 bls. hvør, eru bøkurnar: 1 338 bls., 2 396 bls. og 3 384 bls. ella 1168 bls. tilsamans.

Á býráðsfundinum 19. desember 2023 samtykti býráðið at lata øllum húskjum í Vága kommunu bókina. Tað verður gjørt við at skriva seg upp her. Møguligt verður at skriva seg upp til bókina fram til mánadagin 15. januar 2024, og so fer bókin til prentingar.

Sonni Jacobsen er byrjaður uppá arbeiðið at skriva Sandavágs kommunusøgu, og væntandi verður tann bókin liðug um eitt til hálvtannað ár. Framferðarhátturin verður tann sami, har øll skjøl verða flokkað og løgd rætt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder