2024-02-06 17:22
Føroyaprent hevur í nógv ár verið ein av stóru veitarunum av skelting til tiltøkini hjá FBF og við hesi avtaluni verður Føroyaprent hartil ein av høvuðsstuðlunum hjá Flogbóltssamand Føroya.
Luttøkan í stóru CEV kappingunum setur stór formkrøv til skelting og líknandi, og tí hevur tað, umframt tann fíggjarliga partin, stóran týdning at fáa Føroyaprent við umborð, sigur Peter Holm, formaður í Flogbóltssamband Føroya.
Á Føroyaprent fegnast vit um, at vit, við hesari stuðulsavtaluni, nú fáa eitt tættari samstarv millum okkum og flogbóltin, sigur Sissal H. Hestoy, søluleiðari á Føroyaprent. Ítrótturin hevur nógv at siga fyri okkum, og tí gleðast vit um, at vit kunnu hava ein leiklut í menningini av flogbóltinum, og at skelting okkara verður at síggja í ítróttahallum kring landið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald