Badminton vann 10 heiðursmerki á Malta
Føroyska badmintonlandsliðið vann ikki minni enn 2 gull, 3 silvur og 5 bronzu heiðursmerki í altjóða kappingini Invitational Games á Malta.
Kappingin var í døgunum 8. til 10. november, og umframt Føroyar luttóku eisini Kýpros og Malta.
Allir føroysku leikararnir vunnu heiðursmerki í kappingini, og vann ungdómslandsliðið seg í 4 av 5 finalum, har eina finalan var rein føroysk.
Umframt kappingina hava ungu badmintonleikararnir eisini havt venjingardystir móti vaksnu leikarunum og ungdómsleikarum úr Malta.
Landsliðsvenjarin Fai Yin Wong, og vit í Badmintonsambandinum eru sera væl nøgd við úrslitið hjá føroyska ungdómslandsliðnum.
Úrslit:
Einmansleikur kvinnur
Gull: Ranja Joensen
Bronsu: Birna Jacobsen
Einmansleikur menn
Silvur: Jafet Rasmussen
Bronsu: Markus Bjarnason
Bronsu: Sjúrður E. H. Eysturoy
Tvímansleikur kvinnur
Gull: Ranja Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen
Silvur: Birna Jacobsen og Julianna í Heiðunum
Tvímansleikur menn
Bronsu: Markus Bjarnason og Leiki Dal-Christiansen
Blandaður tvímansleikur
Silvur: Tóki Yngvason Guttesen og Ranja Joensen
Bronsu: Sjúrður E. H. Eysturoy og Eira Petersen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald