Politikkur

Ikki rætt at lækka aldursmarkið fyri rúsdrekkakeyp

Mín meining er søgd fyrr. Rúsdrekka eigur ikki at vera ein treyt fyri at hava tað stuttligt. Rúsdrekka má brúkast við skili, ikki sum eitt atgongumerki fyri at vera saman við øðrum.  

2022-02-08 09:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í Danmark er loyvt at keypa alkohol sum 16 ára gamal. Danmark hevur eisini munandi størri rúsdrekkanýtslu enn Føroyar. Føroyar og Danmark hava sera ymiskar rúsdrekkamentanir, og mín meining er heilt greið: Føroyska rúsdrekkamentanin er betri enn tann danska.


Í yvirlitinum yvir Ungdómstingið hjá Løgtinginum sæst, at nøkur ung hava latið seg inspirera av donsku skipanini. Tey hava lagt uppskot fram um, at "lækka aldursmarkið til 16 ár fyri alkoholinnihald 16,5% og lægri". Ja, sjálvt alkoholmarkið á 16,5% er tikið ókritiskt úr Danmark.


Alkohol er ikki fyritreyt fyri stuttleika

Uppskotstillararnir skriva í viðmerkingunum til lógarbroytingina, at "rúsdrekka verður sett í samband við gott lag og stuttleika", og tey siga, at "tá tú ert 16 ár ert tú nóg búgvin til at drekka rúsdrekka".


Fyri tað fyrsta er tað ein myta, at tað ikki ber til at hava tað stuttligt uttan rúsdrekka. Tíverri er hetta nakað, ið nógv royna at føra fram, og endurtekur tú eina lygn nóg ofta, fara fólk at trúgva henni.


Tí er rúsdrekkapolitikkur ikki bert ein spurningur um forboð ímóti keypi og sølu av alkoholi. Vit vita, at ung kunnu fáa fatur í alkoholi antin gjøgnum foreldur, størri systkin o.s.fr.


Tað umráðandi er at ávirka hugburðin um rúsdrekka. Tað má ikki vera soleiðis, at alkohol skal kennast sum ein treyt fyri at hava tað stuttligt. Tað má ikki vera eitt bólkatrýst fyri at drekka alkohol.


Uppskotstillararnir eru tó ikki heilt blindir, tí móti endanum av viðmerkingunum draga tey eitt sindur í land og skriva, at "tað er eisini umráðandi at læra og kunna tey ungu, at tey heldur ikki altíð nýtast at vera rúsað fyri at hava tað stuttligt."

 

16-ára gomul eru fyrimyndir hjá enn yngri

Uppskotstillararnir skriva eisini, at 16 ara gomul eru nóg búgvin til at drekka rúsdrekka. Fyri tað fyrsta eri eg ósamdur í hesum. Hetta er ein aldur, har tey ungu framvegis eru í menning og eru sera móttakilig bæði fyri góðari og ringari ávirkan. Tað er her grundin verður løgd fyri framtíðini hjá teimum ungu, og vit síggja, at jú fyrr ung byrja brúka rúsdrekka ella rúsevni, tess størri eru sannlíkindini fyri, at tey verða bundin. Tað kann eisini enda við, at summi av hesum ungu ikki klára seg í skúlanum og ikki fáa tað burtur úr lívinum, ið tey annars kundu fingið.


Eisini vita vit, at ung ofta hava fyrimyndir í aldursbólkunum omanfyri. 16 ára gomul síggja sum vera man upp til 18 ára gomul og misunna teimum tað frælsið, tey hava. Men frælsi kemur við ábyrgd.


Um vit hinvegin loyva 16 ára gomlum at keypa alkohol og harvið normalisera tað at hesi ungu eru rúsað, so fara eisini tey 15 ella 14 ára gomlu at spegla sær í hesum fyrimyndum. Bólkatrýstið trýstir eisini niðureftir.


Sum heild er hetta ikki bara ein spurningur um fyri og ímóti, men eisini ein spurningur um, hvørja rúsdrekkamentan vit skulu hava í Føroyum.


Mín meining er søgd fyrr. Rúsdrekka eigur ikki at vera ein treyt fyri at hava tað stuttligt. Rúsdrekka má brúkast við skili, ikki sum eitt atgongumerki fyri at vera saman við øðrum.  


Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder