Flugubeinið fyri hjálp samfelagsins fæst, um tú eigur bil.
Er tað ikki gott, spyr tú kanska- jú uttan iva, um orsøkin er at lætta um øktu fíggjarbyrðuna, sum kemst av hækkaða kostnaðin fyri dýrkaðu orkuna- bensin og diesel. Men tyngstu byrðuna, hana, ið kemst av orkuupphitingini av føroysku heimunum, ætla tey sær einki at gera við, tó at tann oljurokningin rakar tey, sum onki akfar eiga, eins meint og akfarseigarar.
Ov trupult í hesum teldutíðum.
Tað er ov trupult at veita veita familjunum slíkan lætta, var svarið, sum útvarpsverturin bar víðari frá nýggju samgonguni. Og so hoyrdu vit eina undanførslu fyri og aðra eftir, undanførslur við ongum samband við veruleikan, undanførslur bygdar á reindyrka politiskt ábyrgdarloysi.
Gævi góðar kreftir, politiskar, men eisini serkønar í m.ø. EDV og fíggjartøkni, taka seg saman, steðga hjálpar- og skilaloysi samgongunnar- og rætta kósina.
Jenis av Rana
Løgtingsmaður fyri Miðflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald