Vinna

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2027

Mest loyvda veiða í 2027 hækkar fyri allar tríggjar stovnarnar..

2026-09-30 13:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Makrelur

Tilmælið fyri makrel er 352.938 tons fyri 2027, sum er ein hækking á heili 102% í mun til í ár.

Stóra økingin í tilmælinum kemst av at gýtingarstovnurin nú aftur er komin upp um Blimmarkvirðið. Sostatt eru ógvusligu átøkini, sum í fjør vóru sett í verk fyri at verja stovnin, ikki longur neyðug.

Svartkjaftur

Tilmælið fyri svartkjaft er 1,064 mió. tons fyri 2027, sum er ein hækking á 25% í mun til 2026.

Hækkingin kemst av góðari tilgongd frá 2024-árganginum, sum nú er vorðin partur av gýtingarstovninum.


Norðhavssild

Tilmælið fyri norðhavssild er 588 túsund tons fyri 2027, sum er ein hækking á 10% í mun til í ár.


alvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2026-2027 og broytingarnar millum hesi bæði árini.


Tilmælið
2027
Tilmælið
2026
Broyting
frá 2026
til 2027
Makrelur352.938174.357102 %
Svartkjaftur1.064.191851.34425 %
Norðhavssild588.004533.91410 %

 

Hvussu verða tilmælini gjørd?

Tilmælini fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft eru bygd á stovnsmetingina fyri 2026. Stovnsmetingin varð roknað á altjóða fundi í Keypmannahavn 26. august – 1. september, 2026.

Til stovnsmetingina av makreli, norðhavssild og svartkjafti verða m.a. úrslitini frá altjóða svartkjafta-, silda- og makrelkanningunum, sum Jákup Sverri luttekur í, hvørt ár í ávikavist mars, maj og juli, brúktar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder