Seinastu árini eru bygdar 34 íbúðir á Kneysum og við Heygsveg á Toftum. Hetta eru bæði íbúðir til Bústaðir, privatar leiguíbúðir, lutaíbúðir og eigaraíbúðir.
Hetta skapar eitt nógv størri fjølbroytni á bústaðamarknaðinum í kommununi, og tað merkir, at ein breiðari skari av fólkum kunna búseta seg í økinum. Hetta sama ger seg galdandi í fleiri øðrum kommunum í landinum.
Søguliga hava íbúðir verið sæddar sum ein neyðloysn, tí flest øll fólk høvdu ynski um at byggja síni egnu sethús - gjarna við stórari garasju, eplaveltu og risastórum hava. Hetta er sjálvandi framvegis ein áhugaverdur máti at búgva, men fyri alsamt fleiri broytist gerandislívið, soleiðis at tørvurin á stórum borgum verður minni.
Fyri tað fyrsta arbeiða bæði foreldrini úti, eins og børnini eru til alskyns tiltøk og ítriv. Nógv fleiri felagshøli og felagsøki eru kring um í økjunum, har til ber at savnast um alskyns ítriv og felagslív. Harumframt verða alsamt fleiri máltíðir hildnar á arbeiðsplássum ella á privatum matstovum.
Tí er eisini skilagott at binda minni pening í bústaðin nú enn fyrr, serliga nú tað er vorðið so ómetaliga dýrt at byggja bústaðir. Fyrr kundi man byrja í smáum og spakuliga gera sín bústað lidnan. Í dag eru so nógv krøv, at neyðugt er at fáa privatar byggifyritøkur at gera næstan alt. Og tað kostar.
Og tá kann mann tað sama minka um bústaðin, um mann í grundini ikki hevur tørv á teimum hundaðtals kvadratmetrunum, mann fyrr hevði sum ideal, ja kanska á einum grundstykki, ið táttaði í túsund kvadratmetrar.
Fólk mugu búgva smærri og bíligari
Fyri tað fyrsta er tað ikki pláss til, at øll skulu hava so stórar bústaðir. Fyri tað næsta mugu øll hugsa um orkunýtsluna hjá sínum bústaði. Prísirnir á olju er eksploderaðir seinastu tíðina, so ein orkueffektivur bústaður er eitt endamál í sær sjálvum.
Og ikki minst, so hava miðalinntøkur og láginntøkur heilt einfalt ikki ráð at skuldbinda seg við einari stórari setahúsaíløgu og fáa heldur ikki fígging til tess. Men tey hava jú rætt til ein góðan bústað - til teirra tørv og ynski, og bara fyri ein minni penga og uttan eina risa skuldbinding.
Tá tosað verður um at stuðla familjur at seta sær búgv, er tað besta vit kunnu gera at betra treytirnar hjá privatum byggifyritøkum, soleiðis at tað verður lukrativt at byggja íbúðir - fyrst og fremst til víðarisølu (ogn), men eisini til leigu og lut.
Stóru borgirnar eru ein farin tíð fyri vanlig fólk. Men vit hava brúk fyri øllum hesum vanligu fólkunum, um vit vilja hava arbeiðsmegi til okkara vinnulív og ikki minst til vælferðartænasturnar, ið skríggja eftir arbeiðsmegi. Við einum nógv størri útboði av íbúðum, kunnu ungar familjur fáa fótin inn um bústaðamarknaðin og seinni kanska keypa okkurt størri.
Í fjør vóru 144 av 197 nýggjum bústøðum í Streymoynni íbúðir. Og tað eru ikki bara yngri fólk, ið keypa íbúðir. Eisini eldri fólk ynskja at flyta úr stóru húsunum í íbúðir, ið krevja nógv minni viðlíkahald. Tað skapar eisini tann avleidda fyrimun, at fleiri sethús koma á marknaðin. So fleiri íbúðir eru eisini við til at bøta um sethúsamarknaðin.
Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald