Politikkur

Í kvøld hevur tiltak verið í Virkishúsinum um burturkast og tilfeingi

Ung í Virkishúsinum varpaðu í kvøld ljós á burturkast og tilfeingi í samband við Undurfagra mai, har kommuna í allan mai mánað varpar ljós á náttúru- og umhvørvi. Dánjal Petur Vilhelmsson var vertur og Jóhanna Kjelnæs fundarstjóri. Nógv fundarfólk vóru møtt og kvøldið byrjaði við tveimum framløgum.

Dánjal Petur Vilhelmsson, vertur og Jóhanna Kjelnæs, fundarstjóri

Dánjal Petur Vilhelmsson, vertur og Jóhanna Kjelnæs, fundarstjóri

2024-05-07 23:45 Author image
-
placeholder

Fyrst, at leggja fram, var Sissal Evudóttir Lervig frá IRF sum greiddi væl frá um alt burturkastið sum kemur á brennistøðina á Hagaleiti og hvørjir møguleikar eru fyri endurvinning av hesum burturkasti. Umhvørvisplássið, og serliga starvsfólkini á umhvørvisplássinum, í Vága kommunu fekk rós fyri at ganga á odda við endurvinning, men at tað altíð er pláss fyri menning og nýhugsan á økinum.

Seinna framløgan var við Sunnivu G. Mortensen frá Matkovanum, sum greiddi frá um staðbundna matframleiðslu og gagnnýtslu av mati, minkan av matoysl og um burðardygga nýtslu. Matkovin arbeiðir nógv við kunning, verkstovum og undirvísing. Sunniva greiddi eisini frá um hvussu vit kunnu fáa meir haldbari við at fermentera grønmeti, og somuleiðis hvussu avroð frá slakti kann gangnýtast øðrvísi.

Eftir fyrstu tvær framløgurnar var ein pausa, har ung í virkishúsinum bjóðaðu diskosuppu. Hetta er suppa gjørd við matleivdum frá handlum í kommununi.

Aftaná eina góða suppu, var framløga við Dortheu Joensen frá Búnaðarstovuni. Spurningurin Dorthea setti var, um ull er burturkast ella tilfeingi? Dorthea greiddi frá um eginleikarnar við ull, teir nógvu litir, uttan at brúka liting, sum føroyska ullin hevur og vísti hagtøl fyri hvussu nógv ull verður gagnnýtt og hvussu nógv fer burtur ella verður brend, og seinastu tvey árini er tað helmingurin av ullini sum ikki verður gagnnýtt. Búnaðarstovan er partur av eini norðurlendskari verkætlan og verður ein ráðstevna í Føroyum í septembur, og vóna tey at hendan verkætlan fer at føra við sær at eitt ull vaskarí verður stovnað í Føroyum.

Kvøldið endaði við einum pallborði har Jóhanna Kjelnæs var fundarstjóri og  setti hon umboðum frá býráðnum Bjarna Prior, borgarstjóra, Rósu Samuelsen, forkvinna í Mentanar- og trivnaðarnevndini og Jóanis Albert Nielsen, formaður í Vinnu- og havnanevndini ymiskar spurningar um burturkast og skiljing, hvussu kommunan arbeiðir við umhvørvisspurninginum, og setti til síðst spurningin um býráðslimirnir høvdu ein umhvørvisdreym fyri Vága kommunu. Svørini vóru ymisk, men tey høvdu øll ymiskar dreymar fyri eini grønari kommunu.

Fleiri tiltøk eru á skrá í mai og kunnu tiltøkini á Undurfagra mai síggjast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder