Politikkur

Í kríggi gerast øll eitt nummar.

Til dagsins endaorðaskifti legði Sjúrður Skaale dent á, at krígsins offur finnast á báðum síðum. Tað var galdandi í skotgrøvunum undir fyrra veraldarbardaga. Og tað er galdandi í krígnum í Ukraina í dag.

2022-05-24 12:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ukrainar kempa og berjast fyri einari søk. Russarnir kempa og berjast fyri ongari søk. 
Tað er sjáldan tað eru vinnarar í kríggi. Og tapararnir eru altíð tey somu.
Tey, sum berjast. Tey, sum mistu. Og tey, sum bert gjørdust eitt tal í krígsins óunnuliga statistikki.

Í søguni eru dømir um, at jólasangur fekk fíggindar upp úr skotgrøvunum at halda jól saman.

Hesi vóru millum evnini, ið Sjúrður Skaale tók upp til endaorðaskiftið í Fólkatinginum í kvøld. 

Øll røðan sæst her:
https://www.youtube.com/watch?v=iCCoShGa2tw&t=172s

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder