Politikkur

Hvørki Tjaldrið ella Brimil eru tøk í løtuni

Í løtuni eru bæði vaktarskipini á beding.

2025-10-23 12:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tær seinastu 10 vikurnar hevur Brimil verið á skipasmiðju. Tað er plangt viðlíkahald, sum verður arbeitt uppá hjá Brimli. Brimil verður vónandi klárur aftur um eina góða viku, sigur Óla Hans Olsen stjóri á Vørn.

Tí hevur verið dúva uppá hepni hjá 50 ára gamla Tjaldrinum seinastu vikurnar. Sí innslag her.

Vit vendu okkum til Vørn í morgun, tí á yvirlitinum hjá Vørn sæst, at hvørki Tjaldrið ella Brimil eru tøk í løtuni.

Óli Hans Olsen sigur, at Tjaldrið hevur verið tókt til í gjár. Tá var tað so óheppið at ein lekið er komin í ein tanga, hetta er ikki tí at skipið hevur fingið ein skaða, men aldur (teringur í stálinum).

Tjaldrið bleiv tikið upp hjá Mest í gjár og vónandi sleppur tað av aftur í dag, sigur Óla Hans Olsen.

Ikki ein króna er sett av á fíggjarlógini fyri næsta ár til nýtt vaktarskip.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder