Spyrjari: Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stórá, landstýriskvinna
Evni: Rættstundis hjálp til sálarsjúk
Spurningar:
- Hvørjum ítøkiligum verður arbeitt við fyri at borgari, sum ikki er væl fyri, altíð skal vera í miðdeplinum?
- Verður arbeitt við at sjúk fólk hava møguleikan at venda sær til eitt stað – og fáa ta vegleiðing og hjálp sum tørvur er á og sum hjálp kann veitast til?
- Hvat ger okkara vælferðarsamfelag, tá tann, sum hevur stóran hjálpartørv, ikki sjálvur megnar at taka fyrsta stigið ella taka ímóti henni?
Viðmerkingar:
Samgongan skrivar í samgonguskjalinum at: “Vit skulu hava eitt gott og vælvirkandi almannaverk, sum veitir hjálp og vegleiðing til tey, ið hava tørv á tí. Borgarin skal altíð vera í miðdeplinum og hava møguleika fyri at fáa ein innihaldsríkan gerandisdag við so góðari lívsdygd sum gjørligt.”
Í Føroyum hava vit sera góðar møguleikar at hjálpa teimum sum hava hjálp fyri neyðini, tí eiga fá at “detta niðurímillum” sosialu skipanirnar.
Afturvendandi er at hoyra í almenna rúminum um menniskju, sum stríðast óneyðugt. At tey eisini stríðast, tí tey skulu samskifta við fleiri almennar stovnar.
Tí vera hesir spurningar settir.
Tað hevði verið áhugavert at frætt, hvøjar tankar landsstýrisfólkið hevur um hesi viðurskifti.
Á Løgtingi, dagfesting 26. august
Fía Selma Nielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald