Politikkur

Hví hevði banka toskurin steinar í maganum

Á fiskivinnutinginum 21 021 2023 var nógv tosa um Føroyabanka, og stóra toskin sum nøkur halda skal friðast. Eg havi skriva okkurt um hetta fyrr.

2023-03-01 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í bókini fiskeri og havundersøgelser ved Fæeøerne frá 1943 stendur at toskurin við Føroyar, eisini ferðast uppi í sjógnum fyri at finna føði, tað vita øll sum hava við sjógvin at gjørt, tað er løgi at  Havstovan 80 ár seinri, ikki er komin líka langt sum fiskimenn, og danskir frøðingar vóru longu í 1943        



Fiskifrøðingarnir hava ongantíð duga at stilla trol ella lemmar, tíð hevur úrslitið av yvurlits trolinginum sjálvdan víst rætt úrslit, tað hava veri nógvir dunaligir menn við skipinum, men fiskifrøðingarnir vilja ikki lurta eftir frá nøkrum, so skili er har eftir, av tí sama villeiða teir polittikar.


Tað er ongin møguleiki, at gerða stovns meting av einum semi pelagiskum fiski, sum eisini kemur niður á 1300 metra dýpið.


Arvid Petersen var skipari á Skoraberg tá  toskurin í okt 2019 var komin inn í  kantin á Føroyabanka, tað var stórur toskur 4 til 20 ára gamal, eftir fiskifrøðini skuldi tað

veri ómøguligt, tí hvørki stórur toskur ella smáfiskur, hevði veri á FB seinasti 12 -15 árini.


Arvid visti at toskur tók steinar inn í magan tá hann flytur dýpið, so hann segði við teir sum kruvdu, at teir skuldu kanna um steinar vóru í maganum, tað vísti seg at nógvir toskar høvdu steinar í maganum, tíverri bleiv illveður so teir mátti gevast at fiska og fóru inn at landa.


Tá teir komu inn atftur setti Arvid seg í samband við Jarðfangi, við fyrispurningi um hvat, tað vóru fyri steinar, úrslitið var sera óvanta, nakrir granitt steinar vóru ímillum, og granit er ikki  á Føroya grunninum, enn er ikki greitt  hvar toskurim kom frá.


Í yvirlits trolinginum á vári 2020 var tað mesta av toski sum MH hevur fingið  seinastu 15 árini, sum sæst her alt stórur toskur.


https://www.hav.fo/PDF/Turar/2020/FRAG2008.pdf


MH hevði 12 tons av toski, 8.550 tons vóru seld ígjøgnum uppboðssøluna. Av tí vóru 50 % toskur 1, - 45% toskur 2, og bert 4% er toskur 3. og 1 % er toskur 4.

Tað var so lítið av smáum toski, so eg veit ikki í hví, teir skrivaðu , tað var toskur av øllum støddum


Tey 12 seinastu árini hevur havstovan einsamøll haft alla ábyrdina av Føroyabanka, og ongantíð hevur veri so lítið til av toski á bankanum.


Á bendingar um at toskurin eru um at toskurin á FB er komin fyri seg

 https://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=854&catid=7&Itemid=180


https://www.hav.fo/PDF/Ritgerdir/2019/Sjovarmal2019.pdf#page=10 ongin toskur


https://www.hav.fo/PDF/Ritgerdir/2020/Sjovarmal2020.pdf#page=24  Nógvur stórur toskur 4 ár til 20 ár gamal toskur


Kanningar hava víst at havtaska etur 10,000 tons av fiski á føroysku grunninum um árið, hvussu nógv blívur eti á FB veit eg ikki, men tað er fleiri ferð so nógv sum er fiska á FB um árið, Tað má eisini fiskast meira av stóra toskinum so hann ikki etur smærra fiskin,


https://www.hi.no/hi/nyheter/2020/mars/torsken-kannibalen-som-spiser-sine-minste


Í sendingini bleiv eisini tosa við ein góðan kokk, sum dugir at gerða mæt, eg haldi hann veit lítið ella onki um fiskarí og fiskastovnar, tað er løgið at hann skal útala seg um toskastovnin á FB.


Nøkur halda lítið um okkara fiski og alivinnu, men tær geva nógv til landi tey seinastu árini er ferðavinnan eisini komin við inntøkum til Landskassan.


https://fiskerforum.dk/hver-krone-i-det-norske-fiskeri-giver-fem-kroner-igen/


                                           Eyðun Hansen

                                             Vestmanna

                                         25 02 2023




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder