Politikkur

Hví broyta eina skipan, sum riggar væl

Í longri tíð hava privat fólk koyrt heilivág út frá Suðuroyar Apoteki til syðru helvt av Suðuroynni. Hendan skipanin hevur verið stak góð, men nú hoyrist, at Posta skal yvirtaka útkoyringina.

2022-05-13 09:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Tí hevur Henrik Old sett landsstýrismanninum hesar spurningar:

1. Hví kann góða tænastan, har privat fólk koyra heilivág út frá Suðuroyar Apoteki, ikki halda fram?

2. Kann landsstýrismaðurin tryggja, at tænastan til brúkaran framyvir verður á sama høga støði?

3. Hvussu nógvar privatar tænastur á heilsuøkinum skal Posta yvirtaka, sum feløg og einstaklingar veita til føroyingar?

Tænastan hevur riggað framúr væl, og fólk hava verið væl nøgd við hana. Tí kann mann ivast í, um tænastan framyvir verður tann sama. Hetta setur eisini spurnartekin við, hvussu nógv Posta skal yvirtaka av privatum tænastum á heilsuøkinum, sum einstaklingar og feløg veita, skrivar Henrik Old í viðmerkingunum. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder