Fyri aðru ferð tú sjálvvillig løgd varð inn í lív móður tínar. Tú móðurhjarta vildi royna í samtíð tíni. Tankaeksperimentið einans 3 sekund vardi. Og við tað sama vart tú flutt inn í mammu tína aðru ferð. Tað er kvinnan, sum fyri øllum kunngjørdi hvussu høgt elskað tú var av henni. Nú skal kærleiki hennara til fulnar roynast ímóti óhóskandi ætlaðum rættindum, ið ganga tær ímóti. Munurin er longdin, vektin og aldurin, ið eru minkað til 6 cm, 16 gramm og 12 vikur. Kann tað hava nakra ávirkan á kærleikan, sum størstur er av øllum?
Hvat nú lítla mín, spyrji eg meg sjálvan ímeðan eg stari út í tóman heim og stúri fyri pinkulítlu tilveru tíni. Hví stúra? Tí menniskjan finnur uppá so mangt løgi nú á døgum. Men eg veit, at tú ert virkað so ómetaliga undurfult. Og har sum tú liggur nú, er uttan iva tryggasta stað á jørð. Tað veit sál mín til fulnar. Tú er nærmasti granni hjá mammu tíni. Tað er fullkomið og onki kann verða betri enn tað.
Tú ivaðist ikki í mammu tíni, at hon er ein sonn, ábyrgdarfull og upplýst kvinna. Tú hevur sett títt fulla álit á hana, at fáa náði til, at verða fødd av nýggjum. Tú bæði trýr og vónar, at hon eisini hesiferð tekur ímóti tær, sum sínum egna hjarta. Á, tú er skatturin í móðurlívi hennara. Og soleiðis eigur tað at verða. Mamma tín veit um ómetaliga virði títt, góðsku tína og dygdir tínar – áðrenn hon kennir teg persónliga. Tað má sigast, at verða ein guddómlig felagsnáði, at vita tað.
Og Gud livir í ævigari nútíð í datoleysa og æviga ríki Sínum. Hjá Honum er eingin munur. Hann viðurkennir títt lítla fitta petti til fulnar nú – har tú liggur – eins og tú til fulnar varð viðurkend, tá tú var 20 ár, vigaði 60 kg og fullvaksin til 170 cm.
Vælsignaðu føroyingar allir og serliga Føroya Løgting. Lat okkum hækka støði, koma víðari og vísa umheiminum, at vit sum undangongutjóð umsita hesi viðurskiftini á rættan hátt. Tað er best fyri allar tjóðir.
Vinur tykkara Ragnar Ludvig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald